Klaksvíkar Kommuna
Hesa vikuna verður asfalt lagt á Fossum. Vegirnir eru ikki stongdir, men heitt verður á borgarar um at vera ansin og vísa varsemi.
Klaksvíkar Kommuna Í Degi og Viku mánakvøldið 26. februar 2024 varð greitt frá einari av umsóknunum / verkætlanunum, sum í ár hava fingið tillutað svartkjaft til vinnuligar fiskiroyndir. Spurnartekn varð sett við, hvørt tillutanin er í samsvari við ásetingarnar um ognarviðurskifti í sjófeingislógini (§ 11). Í kunngerðini um fiskiskap eftir svartkjafti í 2024 eru 7.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 5 av teimum 14 umsóknunum játtaðar, og hava hesar fingið tillutað tey 7.000 tonsini, sum vóru tøk. Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum. Millum játtaðu umsóknirnar eru eins og undanfarin ár talan um bæði skip og virkir á landi. Í ár er talan um 2 skip, sum skulu gera royndir við trolútgerð, og 3 virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka svartkjaftin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu. Ásetingarnar í lógini um sjófeingi um ognarviðurskifti fevna um vinnuligan fiskiskap og ikki um framleiðslu á landi. Í svarinum til umsóknirnar, sum hava fingið tillutað kvotu, er við tilvísing til § 50, stk. 4 í sjófeingislógini tilskilað, at fiskiskapurin kann bert fara fram við fiskifari undir føroyskum flaggi við veiðiloyvi, og kvoturnar kunnu bert nýtast av teimum skipum/bátum, sum eru nevnd í umsóknini og sum lúka ásetingarnar í sjófeingislógini fyri at fáa fiskiloyvi. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið Bert nakrar hugleiðingar nú tað stendur á ymiskum portalum um lønarlyft til okkara fólkavaldu, og nakrar aðrar útvaldar bólkar. Meðan nøkur skulu arbeiða minni fyri meira løn, hava teir valt at nakrir bólkar skullu hava minni løn. Av hesum bólkum er ein sum er sera hart raktur og tað er bólkur 4 í fiskiðdaga skipani, og kanska serliga bólkur4t. Tað byrjaði við at Ruth minkaði sjómannafradrottin frá 450tusund niður á 300000, sum kemur at merkja eini 15000kr minni á bók til hvønn mann. Tá Dennis hetta sá, hugsaði hann at hatta má eg klara betri, so hann tók 20% av døgunum frá hvørjum skipið men sá skjótt at hattar var ikki nokk so hann skundaði sær at stongja allar toskaleiðir. Hesar leiðir hava í nógv ár, kanska 30ár givið umleið 20-25% av ársintøkuni hjá 4t. Hann var skjótur aftur hjá Ruth og sigur at hattar var flott ikki? Tað mátti hon geva honum rætt í, men svaraði at hon var ikki heilt komin á mál enn so hon legði eitt avgjald á oljuna sum kemur at merkja at hvørt skip í bólkið 4t fær eina eykarokning uppá 280000kr sum manningin er við at betala, umleið 20000-25000 per man. So hetta kemur at merkjast alvorliga hjá hesum monnum, so nú verður bara bíða eftir nasta høgginum sum helst verður deyðshøggi fyri henda bólk. Afturat hesum er føroyski fiskimaðuri koyrdur 11% niður í løn seinastu 11árini tí eftirlønin verður tikin av lønini, meðan millum annað okkara politikkara fáa 15% afturat lønini. Tað havi eg onki ímóti men løgið er at bara tosa verður um fyrimunir tá tað er fiskimaðurin sum fær😌☺️😏´ Sørin Petersen Facebook 26-02-2024 Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur lýst broyting í kunngerð nr. 45 frá 6. apríl 2022 um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum, sí her Lógasavn (logir.fo) Tíðarskeiðini fyri veiðibann á gýtingarleiðum hjá toski eru harvið longd. Fyri økini 1, 2, 3, 5 og 6 sambært kortinum niðanfyri verður frameftir galdandi, at tíðaravmarkaða veiðibannið í gýtingartíðini er frá 1. februar til 1. mai. Viðvíkjandi øki 1 er økið undantikið friðingini, har veiða eftir havtasku við troli við fiskiførum við framtøkumegi minni enn 500 HK fer fram. Talan er um eitt djúpt øki í syðra parti av gýtingarfriðaða økinum. Toskur gýtur tí ikki har, og undantakið hevur lítlan týdning fyri at verja gýtingina hjá toskinum. Viðvíkjandi øki 4 og 7 er ein orðing strikað, sum hevur við sær, at endadagurin nú ikki skal roknast við í gýtingartíðarskeiðið. Hetta merkir, at veiðibannið fyri øki 4 nú er til 15. mai, t.v.s., at fiskiskapurin kann byrja aftur 15. mai. Fyri øki 7 er veiðibannið nú til 1. apríl, t.v.s., at fiskiskapurin kann byrja aftur 1. apríl. Á Føroyabanka (øki 8) verður friðað í tíðini frá 15. februar til 15. mai. Øll tíðarskeið byrjað og/ella enda 1. og 15. í mánaðinum fyri at gera tíðarskeiðini lættari at skilja og umsita. Byrjanardagurin í tíðarskeiðinum er við í friðingartíðarskeiðinum, meðan endadagurin ikki skal roknast við í friðingartíðarskeiðið. Kort. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið Í sambandi við at BankNordik hevur endurskoðað gjøld og kostnaðir, hevur bankin valt at strika fleiri gjøld umframt at gera prísbygnaðin hjá privatkundum meira einfaldan. Eitt nú verður Netbankin ókeypis fyri allar privatkundar, gjaldið fyri at rinda við inngjaldskorti er strikað, og kontugjaldið hjá fleiri privatkundum er avtikið. Harafturat tillagar bankin fyrimunaskipanina, soleiðis at samlaði prísbygnaðurin verður meira einfaldur. ”Vit eftirmeta javnan okkara prísir og kostnaðir fyri at tryggja kappingarførar prísir, og vit hava nú valt at strika fleiri kostnaðir. Til dømis hava vit gjørt av, at allir privatkundar skulu kunna fáa og brúka Netbankan heilt ókeypis, og at eitt nú kontugjaldið hjá fleiri kundum fellur burtur. Hóast broytingarnar bera ein kostnað við sær fyri bankan, so eru hetta neyðugar broytingar til frama fyri okkara privatkundar”, sigur Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik. Ókeypis Netbanki fyri allar privatkundar Sum fyrsti peningastovnur í landinum hevur bankin nú valt at strika kostnaðin fyri Netbankan hjá privatkundum. Áður var Netbankin bert ókeypis fyri kundar í fyrimunaskipanini. Harafturat verður kostnaðurin fyri at nýta inngjaldskort strikaður, soleiðis at allir privatkundar nú kunnu brúka Netbankan og gera vanligar flytingar íroknað inngjaldskort heilt ókeypis. ”Vit royna áhaldandi at menna okkara talgildu pallar, soleiðis at allir okkara kundar kunnu fáa greitt yvirlit yvir sína fíggjastøðu og avgreiða síni fíggjarviðurskifti á ein lættan og einfaldan hátt. Til dømis er Netbankin vorðin ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá mongum, og við tíðini fer kundin at fáa atgongd til fleiri og fleiri talgildar tænastur. Tá er tað neyðugt, at kostnaður ikki er ein forðing fyri at nýta talgildu loysnirnar, og júst tí hava vit valt at gera Netbankan ókeypis fyri allar privatkundar”, sigur Turið F. Arge, forstjóri. Meira einfaldur prísbygnaður Frá 1. september í ár verður fyrimunaskipanin avtikin. Ítøkiliga merkir broytingin, at avslátturin á ávikavist 10% og 25%, ið summir kundar hava fingið fyri ávís gjaldskort og tænastur, verður strikaður. Hóast hesin avslátturin fellur burtur, eru prísirnir kappingarførir. Orsøkin til broytingina er, at ein avtøka av fyrimunaskipanini ger prísbygnaðin og prísyvirlitið munandi meira einføld, og tað verður lættari hjá einstaka kundanum at síggja, hvat hvør tænasta kostar. Harafturat er munurin á kundunum í og uttan fyri fyrimunaskipanina, so mikið lítil í dag, og tí hevur bankin valt at gera ein meira einfaldan prísbygnað, sum er líka fyri allar privatkundar. BankNordik Umsíðir avgerð í málinum um trygdarskeiðsprísir!! Í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini, dagf. 27. januar 2021, var spurnartekn sett við heimildina hjá Sjónámi at áseta onnur gjøld fyri trygdarskeið, enn tey, sum ásett í K. nr. 100/2012 “um gjald fyri skeið innan trygd á sjónum”. Barna og útbúgvingarmálaráðið er sambært løgfrøðiligum grundreglum komið til ta niðurstøðu at Sjónám hevur ikki framt brot á nevndu kunngerð. Hetta tí K. nr. 73/2016 “um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum bæði er nýggjari kunngerð og er sostatt galdandi framum eldri kunngerð, men eisini hevur hon hægri tign við at vera meiri serstøk. Les allan úrskurðin á heimasíðuni https://sjonam.fo/news/120/avgerd-vid-malinum-um-skeidsgjold AVGERÐ VIÐ MÁLINUM UM SKEIÐSGJØLD 04. January 2024 Soljóðandi skriv er komi frá Barna- og útbrúgvingarmálaráðinum viðvíkjandi málinum um skeiðsprísir fyri trygdarskeið til fiskiskip. Í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini, dagf. 27. januar 2021, var spurnartekn sett við heimildina hjá Sjónámi at áseta onnur gjøld fyri trygdarskeið, enn tey, sum ásett í K. nr. 100/2012 “um gjald fyri skeið innan trygd á sjónum”. Sambært frágreiðingini var kostnaðurin fyri trygdarskeið á Sjónámi kr. 3.250 fyri næmingar í fólkaskúla og kr. 6.500 fyri sjófólk. Sambært K. nr. 100/2012 átti kostnaðurin at verði kr. 2.500 fyri næmingar í fólkaskúla og kr. 4.000 fyri sjófólk. Landsgrannskoðanin helt tí, at Sjónám hevði kravt ov nógv frá stórum parti av skeiðsluttakarunum. Í hesum sambandi tók eisini spurningurin seg upp um skeiðsluttakarar skuldu hava afturgoldið tað, sum teir sambært Landsgrannskoðanini høvdu goldið ov nógv. Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur eftirfylgjandi viðgjørt spurningin, um Sjónám hevur framt brot á K. nr. 100/2012, og um skeiðsluttakarar tí skulu hava afturgoldið munin. Barna- og útbúgvingarmálaráðið er komið til ta niðurstøðu, at Sjónám ikki hevur framt brot á nevndu kunngerð, og at skúlin tí heldur ikki skal endurrinda nakað til skeiðsluttakararnar. Grundgevingin fyri niðurstøðuni hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum er, at tað, sum er avgerandi fyri, um skeiðsluttakararnir skulu hava eitt afturgjaldskrav, er, hvussu ásetingarnar í báðum kunngerðunum, K. nr. 100/2012 “um gjald fyri skeið innan trygd á sjónum og K. nr. 73/2016 “um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum”, verða tulkaðar. Sambært løgfrøðiligum grundreglum viðvíkjandi tign kann ein nýggj kunngerð tulkast, sum verandi galdandi framum eina eldri kunngerð, sum viðvíkur somu viðurskiftum. Hetta merkir, at kunngerðin frá 2016, kann tulkast sum verandi galdandi framum kunngerðina frá 2012, har hámark er ásett. Harumframt er kunngerðin frá 2012 yvirskipað viðvíkjandi ásetingum um gjøld fyri trygdarskeið. Kunngerðin frá 2016 er galdandi fyri eitt ávíst skeið innan trygd á sjónum. Kunngerðin frá 2016 er tí meiri serstøk enn kunngerðin frá 2012. Løgfrøðiliga verður mett, at hetta er rætta tulking í hesum málinum, og dentur hevur verið lagdur á, at kunngerðin frá 2016 er nýggjari og er samstundis nágreinað soleiðis, at hon er galdandi fyri eitt ávíst skeið innan trygd á sjónum. Harumframt eigur kostnaðurin fyri trygdarskeiðið at svara til tær faktisku útreiðslurnar, sum eru av hesum skeiði. Upphæddin nevnd sum hámark í kunngerðini frá 2012 verður mett at vera ov lág í mun til veruliga kostnaðin av hesum skeiðum. Tá kunngerðin frá 2016 er galdandi framum kunngerðina frá 2012, og Sjónám hevur tikið eina upphædd fyri skeiðini svarandi til tær faktisku útreiðslurnar av skeiðunum, hava skeiðsluttakarar ikki nakað krav um endurgjald fyri kostnaðin av skeiðinum. Barna- og útbúgvingarmálaráðið fer í næstum at taka stig til at fremja ætlaðu kunngerðarbroytingarnar, ið skúlin hevur sent inn hoyringarsvar til. Støða verður í tí sambandi tikin til tykkara viðmerkingar. Vinarliga Barna- og útbúgvingarmálaráðið Poul Geert Hansen aðalstjóri Eg skrivi enn einaferð enn, hóast eg eri veitvitandi um at tað er tíðarspilla. Eg skuldi ikki fari út á dekki aftur, men siti niðri í lugarinum við kabússuna, tigandi, við tøvdum vøttum á hondunum, tí árini eru blivin so mong. Ætli mær ikki at hugleiða langt aftur í tíðina á hesum sinni, so tað, sum eg skrivi um, fer bert aftur til umleið 2017. Eg geri hetta einaferð enn, hóast væl vitandi at tað er tíðarspilla. Í 2017 byrjaði toskafiskiskapurin rættiliga at taka til aftur eftir eina sera drúgva La Nina, sum vardi frá 2010 og til 2016, men í 2017 hevði El Nino fingið yvirtakið aftur og byrjaði tá rættiliga at bragda aftur við fiskiskapinum. Toskafiskiskapurin helt áfram at mennast heilt til 2019. Tey bestu økini til tosk blivu framhaldandi stongd fyri fiskiskapi, og einki bleiv opnað. Komið nakað út í 2019 var toskastovnurin blivin so stórur, at grunnurin kundi ikki rúma honum, og fór hann tískil at gera landgongd inni á firðunum. Ja, toskurin kom inn í hvørja havn og hvønn áarósa at finna sær føði, eftir at hann hevði etið sítt egna avkom úti á grunninum, tí, sum vit vita, so er toskur kannibalur og etur alt, tá svongd kemur á. Tað, sum kom inn á firðirnar, var stórur fiskur, ja, gýtingar-stødd. Vit minnast eisini, hvussu fólk kundu standa á hvørjari kai og veiða tosk við tráðu. Hendan syrgiliga søga endaði við, at tað mesta av toskinum doyði í hungri og lá sløddur út eftir landgrunninum, og var hetta orsøkin til, at lítil og eingin gýtingartoskur bleiv á vári eftir, í 2020 . Meðan hetta hendi, stóðu vit sum áskoðarar uppi á landi og gánaðu, meðan stórur partur av grunninum, ja, allar tær bestu toskaleiðirnar vóru friðaður fyri fiskiskapi, og eingi góð toska-økir blivu opnað, so vit kundu fiska meira. Nei, nú skuldi fiskurin “goymast” til komandi árini. Størsti parturin av toskinum doyði sum sagt í hungri, men tó fór nakað av toski, sum maktaði at svimja, upp í sjógvin at sveima og finna sær føði. Ja í hesum toska-rok-árustnum 18 og 19 fiskaðu vit bert umleið 18 túsund tons pr ár, hóast vit skuldu havt fiskað minst 45ooo tons pr ár, ein missur uppá 27ooo tons x 15,oo kr. pr. Kg = 405 milliónir krónur pr. ár. Alt vegna høpisleysar friðingar á landgrunninum. Lærdi nú nakar nakað av hesum mistaki? Nei - So púrt einki! Tí tað vísa teirra tilráðingar aftur í ár. Hesir somu frøðingar eru nú aftur byrjaðir at tilráða fleiri friðingar av toska- økjum, nú El Nino aftur er komin í hæddina, og fiskiskapurin er við at taka til aftur. Tann nógvi hitin, sum hevur verið úti á landgrunninum serliga seinastu 2 árini, er nógv avtakandi soleiðis, at hitin í sjónum á botni á Mýlingsgrunninum, sum var +10 gr, nú fyrrapartin av vetrinum er lækkaður niður á +7,5 gr, sum er mest hóskandi hiti fyri tosk. Hetta vita vit frá okkara egnu trolbátum, sum til dagligt síggja hitan á trolsondini. Nú er aftur ein nýggj rødd komin aftrat hesum frøðingum, sum sigur: “Nei, friðing er ikki nóg mikið, vit mugu eisini seta kvotur á fiskin.” Tann, sum kemur við slíkum hugskoti um at seta kvotur á toskafiskiskapin á Føroya grunninum, veit als ikki, hvat hann tosar um. So tað skal ikki aftur viðgerðast her. Annars er at siga um kvotur sum heild á fiskatilfeingi, at hetta man verða størsti kriminalitetur, sum gjørdur er á eitt nattúrutilfeingi í heiminum. Tey fyrstu árini, eftir at kvotur vórðu settar í gildi Í Es, bleiv mett, at fiskur fyri 23 milliardir kr. bleiv blakaður út aftur í havið í Norðsjónum og vestan fyri Írland. Og sama skilið var í Íslandi. Men hetta er ein so long sorgarsøga, sum ikki kann skrivast um og útdýpast í hesi grein. Okkara nývaldi fiskimálaráðharri sigur nú eisini, at hann tekur fult undir við tí, sum ICES sigur niðri í London. So her lades alt håb ude! Haldi hann skuldi stungið fingurin langt niður í jørðina og kanna grundarlagið fyri teirra ráðgevingum og mint seg á - ella í minsta lagi lisið, hvat ICES tilráddi tásitandi stjórn í Føroyum við vælsignilsi frá føroyskum fiskifrøðingum: At eingin toskur skuldi fiskast á landgrunninum í 1990-árunum, Ella - er einki lært? – Nei, nú er alt longu gloymt -! Um hann meinar tað, hann sigur, so er als eingin grund til at hava eina fiskivinnuumsiting her á landi, tí tað kostar okkum almikið! Tí bert at verða eitt ekkó av ICES er ikki til nakra nyttu, men bert til bága fyri fiskivinnuna! Men so frægir vóru politikararnir í 1990, at teir skúgvaðu hesar tilráðingar hjá ICES til síðis og vit upplivdu í 1996 - 1998 tann besta toskafiskiskapin, sum vit minnast í søguni. Eg ivist stórliga í, um fiskifrøðingar hjá ICES, sum sita niðri í London, vita hvar Føroyar liggja og trúgvi, tað er teimum púra fjart og fjalt, hvat tað er, sum ávirkar fiskiskapin á okkara leiðum. Eg trúgvi ikki, teir hugsa um vind, streymviðurskifti ella um æti, og neyvan hugsa teir um hitan í sjónum. Teir hugsa ikki um ring vestan-vár, teir hugsa ikki um eystan-vetrar, sum nú í vetur. Teir hugsa ikki um Jett-streymar, teir hugsa ikki um El Nino’ir ella La Nino’ir. Nei, teir hugsa einki um, hvat ávirkan slík fyribrigdi, hava á fiskatilfeingi á okkara lítla landgrunni frá ári til ár, men bert nøkur verðunleikaleys tøl. Tá so fiskifrøðingarnir hava ásett tonsatal fyri Føroyar, fara teir ein túr í London har teir fáa sær ein góðan bita, eins og brøðurnir hjá Jósefi gjørdu á sinni, eftir at teir høvdu selt hann. Soleiðis verður okkara landgrunnur umsitin! Ongantíð enn havi eg hoyrt ein fiskifrøðing biðið um umbering, og sagt “Eg metti skeivt”, Ja sjálv ikki í 1990unum. ICES hevur verið høvuðsorsøkin til, at allar fiskiveiðuhavnir, sum munna út til Norðsjógvin, nú liggja tómar fyri fiskiskip og fisk. Í árinum 1962 vóru 67o fiskiskip í Esbjerg, í dag eru tey kanska 1o smá skip. Havnirnar í Hull, Grimsby, Aberden eru allar tómar fyri fiskiskip. Ja í Grimsby sigst, at mosi er vaksin á kajkantinum, har sum Føroyingar og aðrir seldu sínar lastir, meðan kurvarnar við toski og hýsu fuku ígjøgnum luftina ,so skjótt teir landaðu, og tømdu trolaralastirnar, fyri at skipini skuldu sleppa út á næstu flóð, ti eingin tíð mátti spillast burtur. Okkara egnu fiskihavnir her í Føroyum fara nú skjótt á sama hátt, og mosi fer at vaksa á kajkantinum, um politiski myndugleikin ikki vaknar við NÙ. Til síðst er at siga, at ongantíð seinastu 70 árini hevur so lítil veiðiorka verið á Føroya grunnunum sum seinastu 5 árini. So, er okkurt sum bilar annað enn tað, eg havi nevnt, so má orsøkin finnast aðrastaðni. Gott nýggjár ynski eg Føroya fólki, og serliga tykkum, sum á havinum balast! NB: Annars sigur BBC í kvøld, at orsøkin til allan hitan í summar og kuldan í vetur er, at el Nino nú er komin í hæddina.- Osmund Justinussen Higartil hava verið fyriskipaðar átta búnaðarstevnur, í ávikavist januar 2014, januar 2015, februar 2017, februar 2018, februar 2019, februar 2020, februar 2022 og februar 2023. Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað og onnur viðurskiftir, ið kunnu knýtast til hesa vinnu. Í ár fær Búnaðarstevnan eisini áhugaverda vitjan úr Íslandi og Noregi. Skrá 2024 Fundarstjóri: Kári Thorsteinsson 10:00: Skráseting 10:30: Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna 10:40: Høgni Hoydal, Landsstýrismaður í landbúnaðarmálum Landbúnaðarpolitikkur fyri Føroyar 11:10 Tróndur G. Leivsson, stjóri – Búnaðarstovan landbúnaðarpolitikkur – viðurskifti, sum eru frammi í okkara grannalondum nú viðvíkjandi framtíðar landbúnaðarpolitikki. 11:30 Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi - Búnaðarstovan Royndir og stuðulsmøguleikar 11:45 Andrass Holm Arge, landsjarðarráðgevi – Búnaðarstovan Týðandi lóggávuevnir á landbúnaðarøkinum Spurningurin um sølu av lendi (landsjørð og óðalsjørð) til útbyggingarendamál av ymsum slagi. 12:00 Miðmálið 13:00 Jóhannes Sveinbjørnsson (Ísland) Seyðahald, landbúnaður og landbúnaðarpolitikkur í Íslandi 13:20 Bernt Skarstad (Noregi) Seyðahald, landbúnaður og landbúnaðarpolitikkur í Noregi 13:40 Sigert Patursson, formaður í Bóndafelag Føroya Hvussu flyta vit okkum til at hava betri og munagott handilssligt grundarlag fyri landbúnaðin í Føroyum 14:00 Heilsufrøðiliga Starvsstovan Malan Nicolinudóttir Mikkelsen, Deildarleiðari, Matvørudeildin hølisviðurskiftir, reinførið, merkingar, góðkenningar vm. Elspa Petersen, Embætisdjóralækni Djóravernd og valferð – við serligum atlitið til seyð og neyt 14:20 Gutti Winther, verkætlan Hvørjum skulu vit livað av? Kann matur loysa komandi samfelagsavbjóðingar? Frágreiðing um nýggja verkætlan um matmentan.” 14:40 Heidi Holm, verkætlanarleiðari Landbúnaðarferðavinna - Verkætlanarsamstarv millum Búnaðargrunnin og Visit Faroe Islands “Hví vit hyggja at landbúnaðarferðavinnu sum ein møguleiki hjá framleiðarum, høvðusúrslit frá kanningini og so um hvat vit arbeiða fram ímóti í 2024.” 15:00 Búnaðargrunnurin Fígging og stuðul 15:15 Húsarhaldsskúli Føroya og Matkovin. Matfrø(ð)i: Verkstovurøð og undirvísingartilfar um staðbundnar matvørur. 15:30 Framløgur liðnar – kaffi vm. 16:00: Konstruktivur kjakfundur við pallborðið. Evni er: Landbúnaðar politikkur fyri Føroyar. – Hvussu seta vit ferð á menning av landbúnaðinum í Føroyum, sum umfatar mjólkaframleiðsu og úrdráttir úr mjólk, kjøtframleiðslu sum umfatar neyt, seyð vm., grøntmetisframleiðslu, vakstrarhús, marknaðarføring vm., ferðavinna og onnur átøk, sum kunnu stuðla uppundir mennning av landbúnaðinum, heimamarknaðurin, velting, taðing – her hugsa um bio-tøð – burðardygga orku og hvussu raðfesta vit fyri at røkka málinum skjótt. Fundarstjóri og orðstýrari: Jón Brian Hvidtfeldt 18:00 Liðugt Neyðugt er við tilmelding og kann hetta fremjast umvegis fylgjandi leinkju https://seglhus.atgongumerki.fo/webshop/event/1913323/order/main Fyriskipari: GAMLA SEGLHÚSIÐ Símun Gullaksen, tel. 217055 simun@gamlaseglhusid.fo Vælumtóktu sjúkraviðgerðarskeiðini kista A / B / C endurnýggjan Vælumtóktu sjúkraviðgerðarskeiðini kista A / B / C endurnýggjan (umframt C grund) byrja komandi mánadag 15.jan á Sjónámi!🩺 - enn eru pláss tøk, men skundi tykkum at melda til!👇 https://sjonam.atgongumerki.fo/.../event/1986742/order/info ella hoyr nærri á 665888 ella sjonam@sjonam.fo⚓️ (skrivstovan er opin mán-hós kl.09-14) Sjónam |
Greinar
May 2024
|