Her skráin í dag:
Kl. 17:30 Manchester City - Wolverhampton
Kl. 17:30 Girona - Barcelona
Kl. 18:30 KÍ- 07 Vestur
Kl. 20:00 Mallorca - Atletico Madrid
Eisini verður nógvur tónleikur á skránni. Kom og heppa KÍ til sigurs.
Koyr á KÍ.
Maverick Barr
Norðoya Portalurin
Maverick letur upp klokkan 17:00 í dag, vit fara at hita upp til dystin KÍ-07 Vestur kl. 18:30. Her skráin í dag: Kl. 17:30 Manchester City - Wolverhampton Kl. 17:30 Girona - Barcelona Kl. 18:30 KÍ- 07 Vestur Kl. 20:00 Mallorca - Atletico Madrid Eisini verður nógvur tónleikur á skránni. Kom og heppa KÍ til sigurs. Koyr á KÍ. Maverick Barr Í einum sannum gysara av einari finalu bleiv Mjølnir Føroyameistarar 2024 eftir fimmsettara og gullsett. Mjølnir vann fyrra finaludystin sannførandi 3-0 í Klaksvík, men í finaluni gav SÍ Mjølnir ein skarpan gang. Mjølnir vann lættliga 2 tey fyrstu settini, men so bleiv lyklaspælarin hjá Mjølnir skaddir og Mjølnir hevði ilt við at fóta sær aftur, men í gullsettinum so bragdaði aftur og Mjølnir vann gullsettið 15-9. Føroya Tele-deildin, menn: Seinna FM-finalan: Mjølnir – SÍ 2-3 (25-19, 25-17, 18-25, 22-25, 17-19) Gullsett: Mjølnir – SÍ 15-9 Vit ynskja Mjølnir hjartaliga tillukku við Føroyameistaraskapinum 2024. SáH Barnasvimjingin hjá Ægir er nú liðug fyri hettar svimjiárið og kunnu vit siga at nógv børn hava ment sínar svimjiførleikar. 127 børn hava fingið handað svimjimerkir og er hettar ein øking frá í fjør. Fleiri børn hava luttikið í kappingum, har tey hava klara seg sera væl og svomið seg til fleiri heiðursmerkir. Ein stór tøkk til venjarnir fyri hettar svimjiárið. Við tí tilgongd Ægir hevur haft í barnasvimjingini, er brúk fyri fleiri venjarum komandi svimjiár. Um tú hevur áhuga í arbeiði við børnum, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit takka fyri í ár og síggjast aftur aftana summarfrítíðina. Ægir Stórdysturin ímillum arvafíggindarnar HB-KÍ verður leiktir klokkan 17:30 og vit fara at hita upp til dystin klokkan 16:00 í Maverick. Skráin er hendan: Kl. 15:00 Tottenham - Crystal Palace (seinna hálvleik) Kl. 15:00 Nottinham Forest - Liverpool (seinna hálvleik) Kl. 17:00 Wolsburg - VfB Stuttgart Kl. 17:30 Stórsteypadystir HB-KÍ Kl. 17:30 Luton - Aston villa Kl. 20:00 Valencia - Real Madrid Eisini verður karaoke, bobb, kort og massar av tónleiki á skránni. Vit eru blá, eri tit? Koyr á KÍ Maverick Nú er greitt, at tað verður Solby A. Christiansdóttir, sum skal fyrireika og samskipa oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027. Hon er serliga kend úr Kringvarpinum, har hon eitt nú havt ítróttin undir hond Oyggjaleikirnir hava serligan týdning fyri føroyingar. Tað sást á reaktiónunum, tá ið tað frættist, at leikirnir nú koma aftur til Føroya í 2027. Tað sást eisini á umsóknartalinum, nú ÍSF hevur søkt eftir fólki at samskipa og leggja oyggjaleikirnar í ‘27 til rættis. - Hetta er ein stór og spennandi uppgáva at lyfta, og helst tað størsta tiltakið, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Tað er avgerandi, at tað verður lagt væl til rættis - og vit eru sera fegin um at kunngera, at Solby Christiansdóttir fer at taka sær av at skipa oyggjaleikirnar. Hon kennir ítróttaheimin, bæði sum íðkari, venjari og journalistur. Vit eru sannførd um, at Solby hevur røttu eginleikarnar og førleikarnar, sum krevjast fyri at fyrireika, samskipa og standa fyri oyggjaleikunum, nú teir aftur koma til Føroya, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF. Høvuðsuppgávan hjá nýggja samskiparanum verður í fyrstu syftu at samskifta við sambondini og ymsu ítróttagreinarnar í Føroyum, sum eyðsæð fara at hava ein stóran leiklut, nú kappingingarnar skulu leggjast til rættis. Uppgávan fevnir eisini um samskifti við politisku skipanina, kommunur, altjóða oyggjaleikanevndina og hini oyggjaleikalondini. Hon skal samskipa innihaldið og karmarnar um leikirnar, og hon fær ábyrgdina av øllum logistikki - bæði viðvíkjandi kappingum, venjingum og ikki mist gisting, nú ein innrás av íðkarum, hjálparfólki og áskoðarum væntast koma til Føroya. Uppgávurnar eru mangar, og nýggi samskiparin gleðir seg at fara undir arbeiðið. - Oyggjaleikir hava altíð havt eitt serstakt pláss í mínum ítróttahjarta, og tí vóru tað stór gleðistíðindi, tá ið tað frættist, at leikirnir nú koma aftur til Føroya. Og tað er mær ein heiður at hava fingið tað álit frá ÍSF at standa fyri leikunum, sigur Solby A. Christiansdóttir. Starvið sum oyggjaleikasamskipari er fulltíðarstarv, og Solby A. Christiansdóttir tekur við starvinum 1. mai. Um Solby A. Christiansdóttir: • 47 ár • Úr Klaksvík, búsitandi í Havn • Útbúgvin journalistur og BA í føroyskum máli og bókmentum • Starvast sum journalistur frá 2002. Fyrstu árini á Sosialinum, síðani KVF • Seinastu fýra árini eisini UEFA-samskipari hjá KÍ ÍSF Týskvøldið bjóðaði Klaksvíkar kommuna øllum ítróttarfeløgum í kommununi til hátíðarhald í Varpinum. Endamálið við tiltakinum var at heiðra ítróttin og sjálvbodna arbeiðinum, sum hvønn dag verður gjørt í feløgunum. Á leið 200 fólk úr 16 ymiskum feløgum vóru møtt til tiltakið. Á skránni vóru røður frá Karl Johansen, borgarstjóra, Jóhannu Christiansen, forkvinnu í mentanarnevndini, og eisini var ein gestarøða frá Peturi Mittún, aðalskrivara í ÍSF. Harafturat vóru eisini tvær samrøður vístar á stórskíggja. Samrøðurnar vóru við Maju og Danny, sum eru nevndarlimir og venjarar í svimjifelagnum Ægir, og við Fróða og Sonju, sum eru ávikavist næstformaður og forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag. Sum nakað heilt serligt vórðu eisini fimm heiðurslønir lætnar. Jóhanna Christiansen segði m.a. í røðu síni, at hóast øll feløgini gera eitt megnar arbeiði, og tað kann vera trupult at velja nakran fram um onnur, so varð kortini valt at “markera” nøkur avrik, sum mynda ítróttaárið 2023 á ein serligan hátt. Í ár vórðu avrikini vald millum sjálvbodna arbeiðið, góðan felagsskap, samstarv, áræði og úrslit. Øll feløg, sum vóru heiðrað, fingu ein kekk á 10.000 kr. Harafturat var ein gávukurv latin til eina kvinnu, sum á ein serligan hátt hevur virkað sjálvboðið í fleiri feløgum í fleiri ár. Tað var Vivi Olsen, sum fekk hendan serliga heiður. Um Vivi bleiv sagt, at hon rennir bæði í bláum, reyðum og uttan iva eisini øðrum litum. Altíð klár við eini hjálpandi hond, líka mikið um tað er fyri Klaksvíkar Fimleikafelag, KÍ, Stjørnuna ella onnur. Til seinast spældi ungi klaksvíksbólkurin, Adrenalin, nøkur løg. Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak, har víst verður á týdningin av og stóra virðið í tí sjálvbodna arbeiðinum innan ítróttin í kommununi. Feløgini, sum fingið heiðursløn í ár, vóru: Klaksvíkar Fimleikafelag Team Klaksvík og Stjørnarn Klaksvíkar Róðrarfelg Klaksvíkar Ítróttarfelag Klaksvíkar Kommuna
Endiliga sleppa vit at síggja fótbólt aftur, í dag klokkan 13:00 spælir KÍ venjingardyst móti B68 í Djúpumýri.
Í hesum sambandinum letur Maverick upp klokkan 12:30. Hetta er síðsti venjingardysturin áðrenn stórsteypadystin tann 2. mars, har KÍ skal leika móti HB klokkan 16:30 á Tórsvølli. Vit síggjast og koyr á KÍ. SáH Krútsterka fótbóltliðið hjá KÍ monnum, hetjurnar úr Berlin á A-landsliðnum í hondbólti og snarljósið innan Føroyska renning - Jónas Gunnleivson Isaksen eru innstillaði til heiðurin ÍtróttaNAVNIÐ 2023, ið verður latin á ÍtróttaFAGNAÐINUM leygarkvøldið 10. februar 2024. Jónas Gunnleivsson Isaksen Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur veruliga gjørt um seg í 2023. Hann tók øll á bóli, tá ið hann á Oyggjaleikunum á Guernsey legði alla mótstøðu afturum seg og vann gull í bæði 200 m og 400 m renning. Hann setti oyggjaleikamet á 400 m og ivaleyst eisini á 200 m, har tíðtøkan tó miseydnaðist. Men Jónas prógvaði tó skjótt, at úrslitið á oyggjaleikum ikki var hepni. Hann sló av sonnum navn sítt fast, tá hann gjørdist Evropameistari fyri U20 við tíðini 45,86 sek – bara 17 ára gamal. Tíðin var skjótari enn danska U20 metið og við henni setti hann eisini nýtt norðurlendskt juniormet. Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur víst, at hann hevur fysikkin, evnini og stríðsviljan at vinna á hægsta stigi. Fyri síni avbera flottu avrik verður Jónas Gunnleivsson Isaksen tilnevndur til ÍtróttaNAVNIÐ 2023 *** A-landsliðið hjá monnum í hondbólti Gongdin í føroyskum hondbólti hevur verið sera góð seinastu árini. Kortini var árið 2023 ein marknaðarsteinur, tí A-landsliðið hjá monnum vann sær pláss í EM-endaspælinum í januar 2024. Hetta er fyrstu ferð eitt føroyskt lið hevur rokkið einum endaspæli. Allir føroysku leikararnir spæla longu – ella eru á veg at spæla – yrkis- ella sáttmálahondbólt. M.a spæla tveir teirra í toppliðum í Bundesliguni í Týsklandi, sum verður mett at vera fremsta hondbóltsdeildin av øllum. At eitt føroyskt A-landslið skuldi spæla eitt EM endaspæl var bara fyri fáum árum síðani púra óhugsandi. Fyri føroyskan hondbólt kann týdningurin av hesum bragdið ikki lýsast við orðum. Og fyri føroyskan ítrótt sum heild er hetta somuleiðis ein áminning um týdningin av at seta sær høg mál og síggja møguleikar heldur enn forðingar. Fyri ótrúligu og søguligu avrikini verður A-landsliðið í hondbólti tilnevnt til ÍtróttaNAVNIÐ 2023 *** KÍ – besta liðið hjá monnum 2023 var árið, tá ið allir føroyingar vóru KÍ’arar, tá ið KÍ leikti móti útlendskum liðnum. Við málrættaðum arbeiði megnaði KÍ - sum fyrsta føroyska lið nakrantíð - at spæla seg í bólkaspælið í Europeiskari kapping - Conference league. Har teir megnaðu teir at fá stig móti sera sterkum liðum, m.a kenda franska liðnum Lille. Umframt góðu altjóða úrslitini hevur KÍ verið klárt tað besta liðið í landskappingini hjá monnum – bæði í 2023 og undanfarnu árini. Fyri teirra framúr góða spæl og úrslit verður besta liðið hjá monnum í KÍ tilnevnt til ÍtróttaNAVNIÐ 2023 ÍSF |
Greinar
May 2024
Categories |