Venjaratoymið hjá kvinnunum er styrkt
Talan er um 26 ára gamla Svanberg Óskarsson úr Íslandi.
LES MEIRA HER
https://ki.fo/tidindi/669/venjaratoymid-hja-kvinnunum-styrkt
KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag
Norðoya Portalurin
KÍ TÍÐINDI Venjaratoymið hjá kvinnunum er styrkt Talan er um 26 ára gamla Svanberg Óskarsson úr Íslandi. LES MEIRA HER https://ki.fo/tidindi/669/venjaratoymid-hja-kvinnunum-styrkt KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag P/F Borg verður eisini ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF fram til 2026. HSF og Borg hava longt verandi sponsorsamstarv. Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, og Rodmundur Nielsen, stjóri í P/F Borg, hittust herfyri á skrivstovuni hjá P/F Borg á Fjøruvegi 5 í Runavík, har nýggi sáttmálin varð undirskrivaður. P/F Borg hevur, umframt í Runavík, eisini timburhandil og byggibúð í Havn og Klaksvík. Til sáttmálan viðmerkir Rodmundur Nielsen, – Sum fyritøka, sum virkar kring alt landið, vilja vit eyðsýnt stuðla virksemi, sum øll føroya fólk ynskja at standa saman um. Umframt virksemi í heimliga kappingarhondbóltinum, so eru landsliðini nú eisini vorðin nakað føroyingar flestir fylgja við áhuga og eru ernir av. Hetta er eisini áhugavert og spennandi fyri okkum at vera við til. – Gunn Ellefsen viðmerkir til sáttmálan, Hetta er triðja sáttmálaskeiðið saman við P/F Borg. Tað hevur gingið skjótt framá seinastu árini, og hava trúgvir stuðlar verið avgerandi fyri góðu gongdini. Stóra lopið, har Føroyar nú m.a. hava vunnið seg í eitt EM-endaspæl, skal ikki vera ein løtumynd, men ein varandi lutur, har Føroyar altíð eru at rokna sum ein hondbóltstjóð, sum bjóðar av. Hetta krevur góð heimlig samstørv og uppbakning frá fólki og fyritøkum. Sáttmálin er galdandi til og við 2025. P/F Borg verður við hesum ein av sjónligu stuðlunum á øllum pallum HSF´s og á vinstra baklæri á brókunum á landsliðsklæðunum. Borg XL Byg Hondbóltssamband Føroya Ítróttasamband Føroya skipar á hvørjum ári fyri tiltakinum ”ÍtróttaFAGNAÐURIN”, ið hevur til endamáls atseta sjóneykuna á føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar, eldsálir o.o., sum virka í føroyska ítróttaheiminum, -feløgum og -sambondum. Íðkarar, serliga úrvalsíðkarar, hava dreymar um at standa ovast á tindunum. At røkka hesum krevur hart, miðvíst arbeiði, umframt nógva tíð, orku, og stórt yvirskot. Á ÍtróttaFAGNAÐINUM skulu finnast ítróttafólk ella úrvalsíðkarar til heiðurslønirnar ÍtróttaNAVNIÐ og ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ. Stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, skal eisini virðismetast, og heiðurslønin ÍtróttaFELAGSSKAPURIN verður latin til ein virknan felagsskap, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði. Felagsítrótturin hevur øll við og skapar eina savningarmegi, sum hevur stóran týdning fyri alt samfelagið Uttan øll tey mongu sjálvbodnu, sum brúka sína frítíð ólønt at arbeiða fyri ítróttin, ber als ikki til. Tey sjálvbodnu hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru tey sjálvbodnu, sum leggja ómetaliga orku í arbeiðið, so at ítróttarfeløgini kunnu virka. Ársins ÍtróttaVENJARI er ein persónur, sum skapar eitt ítróttaumhvørvið, ið rúmar bæði breidd og úrval, har øll trívast saman, og har íðkararnar vilja gera sítt besta til venjing og til dystir/kappingar Heiðurslønin ÍtróttaEldsálin er ein sjálvboðin venjari, liðleiðari, stevnuábyrgdari, nevndarlimur, samskipari ella onkur annar, ið við serligum innsatsi hevur viðvirkað til samanhaldið í sínum ítróttafelag seinasta árið. ÍtróttaSÓLSTRÁLAN er ein ungur persónur – 20 ár ella yngri – ið við sínum góða lið- og felagsanda ger sítt íkast til, at hini á liðnum ella í felagnum føla seg vælkomnan, sæddan og sum ein umráðandi part av liðnum/felagnum. Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt. ÍtróttaFAGNAÐURIN 2023 verður leygarkvøldið 10. februar 2024 í Løkshøll í Runavík, og Ras1 hjá Televarpinum sendir beinleiðis frá tiltakinum kl 20:00. Freistin at senda innstillingar inn er fríggjadagin 15. desembur á midnátt. Meiri kunning um heiðurslønirnar og leinkjur til innstillingar finnast her: https://isf.fo/tilfar/itrottafagnadurin/itrottafagnadur-heidurslonirnar/ Ítróttasamband Føroya Klaksvíkar kommuna er í løtuni í gongd við at gera eitt neyst til dypparar og havsvimjarar á Borðoyarvík Á fíggjarætlanini í 2023 eru settar 300.000 túsund krónur av til arbeiðið. Neystið er nú stoypt og verður arbeiðið væntandi gjørt liðugt komandi ár. Ætlanin er at innilokað neystið, við at bjálva og klæða, men at tað eru áhugafeløgini sjálvi, ið standa fyri innrætting av hølunum. Av øðrum íløgum á mentanarøkinum komandi ár, kann nevnast, at spæliplássið á Ánunum verður gjørt liðugt, at ljós verða sett upp til nýggja sparkivøllin í Árnafirði og at hildið verður fram við at byggja hornaskýlið á Djúpimýru. Klaksvíkar Kommuna Maverick letur upp klokkan 16:00 í morgin, har vit fara at hita upp til stór dystin KÍ - Slovan Bratislava kl. 17:45. Kom og heppa KÍ til sigurs, her skráin: Kl. 15:30 FC Astana - Dinamo Zagreb Kl. 17:45 KÍ - Slovan Bratislava Kl. 17:45 AEK Athen - Brighton Kl. 20:00 Liverpool - Lask Kl. 20:00 FC Nordsjælland - Fenerbahce Lat okkum øll vera blá í morgin. Koyr á KÍ Maverick Barr
Ægir Open verður hildin nú leygardag og sunnudagin. News.fo og Norðoya Portalurin vóru og tóku nakrar myndir av okkara svimjarum.
Tað eru 5 feløg frá øllum Føroyum sum luttaka og kláraði Ægir seg væl. Kappast var tvær ferðir í gjár og í dag byrjar kappingin klokkan 14:00 Her kunnu tit síggja startsligar og úrslit. á LiveTiming: startlistar, beinleiðis úrslit og avgreidd úrslit á Swimify: startlistar, beinleiðis úrslit og avgreidd úrslit SáH ÍSF hevur sett Katrina Dam á Neystabø í fast starv sum ítróttaráðgeva við høvuðsábyrgd fyri breiddarítrótti - Felagsskapurin er eitt av aðalendamálunum við ítróttinum, og tí fer ÍSF nú at styrkja enn meira um breiddarítróttin. Í hesum sambandi hava vit sett Katrina Dam á Neystabø í fast starv, og hon fer at standa fyri hesi uppgávuni, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF. - Koronatíðarskeiðið vísti okkum ovurstóra týdningin av felagsskapinum og hevði hetta stóra ávirkan á strategiiarbeiði 2022-2026, sigur Elin H. Joensen. Í 2022-2026 strategiini hjá ÍSF undir heitinum “Í felag fram ímóti felags málum”, stendur um felagsskapin: “Felagsskapurin er grundarlagið undir øllum skipaðum ítrótti. Í felagsskapinum verða vit knýtt saman, hildin uppi og hildin til. Her verða vit stuðlað og ment, og her samgleðast vit um stórar og smáar sigrar. Felagsskapurin er størsta styrki okkara og fortreytin fyri góðum úrslitum.” Katrin Dam á Neystabø hevur seinastu tvey árini verið í verkætlanarstarvið hjá ÍSF, har hon hevur arbeitt við breiddarítrótti, samsvarandi 2022-2026 strategiini hjá ÍSF. Ein av hesum verkætlanum er Skúlaleikir, sum hava slagorðið “felagsskapur og rørslugleði fyri øll”. Verkætlanin hevur koyrt seinastu tvey árini í 4, 5 og 6 flokki í skúlunum kring Føroyar, og afturmeldingarnar hava verið sera góðar. Í ár er verkætlanin víðkað við rørsluátakinum PULS á Glasi. Eydnast verkætlanin sum ætlað, fáa restina av miðnámsskúlunum boði at verða við næsta skúlaár. Afturat hesum er eisini ætlanin, at seta fokus á rørsluátøk innan dagstovnaøkið í nærmastu framtíð. Katrin Dam á Neystabø umboðar eisini ÍSF í umráðandi barnaverkætlanini, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Heilsumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið, Løgmálaráðið og Kommunufelagið standa fyri. Slóð til Skúlaleikir: https://skulaleikir.fo/ Slóð til rørsluátakið PULS: https://isf.fo/nytt-rorslukskeid-fyri-naemingum-a-glasi/ Ítróttarsamband Føroya
Týskvøldið hevði Bláa Bylgjan aðalfund og har gjørdist greitt at tað verður Thormundur Danielsen sum verður nýggjur formaðurin, eftir at Jaspur Jakobsen hevur verið formaður í nógv ár, vit takka Jaspur fyri eitt serstakliga gott arbeiðið fyri Bláu Bylgju.
Í nevndina komu, Kristian Mikkjalson, Høgni L. Poulsen, Tormundur Danielsen, Bjørg Jónsdóttir, Anni Absalonsen, Selma F. Danielsen og Eydna Festurstein. Nýggja nevndin er longu farin til verka og gjørdi tey sítt til at KÍ fekk ein javnleik móti Sheriff Tiraspol í gjárskvøldið, har stemmingurin var í topp og tey flestu vóru blá og hvít. Her samrøða við nýggja formannin, sum Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur tikið upp. SáH Nevnd og stjóri í Flogbóltssamband Føroya gjørdu herfyri av at seta Poulinu Øregaard Isaksen í starv sum skrivstovufólk og samskipara. Poulina byrjaði í starvinum hjá FBF mánadagin 14. august. Hetta hendir í sambandi við, at Jana Jacobsen 1. september fer í annað starv. Poulina er úr Klaksvík. Síni ungdómsár leikti Poulina flogbólt við Mjølni og síðani við besta kvinnuliðnum, har hon gavst í 2012. Tað verða so frameftir Ian Dam, stjóri, og Poulina, sum fara at hava dagliga virksemið hjá FBF um hendi. Fyrstu stóru uppgávurnar verða at leggja allar lands- og steypakappingarnar til rættis, fáa gongd á flogbóltsskúlan aftur eftir summarsteðgin og at skipa NEVZA kappingarnar fyri U17 og U19 í oktober. Flogbóltssamband Føroya |
Greinar
May 2024
Categories |